Listen

Description

Tann 5. mars verður tað 10 ár síðan, at ungdómshúsið á Jagtvej 69 í Danmark varð rivið niður. Tað, at tey lukkaðu hetta ungdómshúsið, elvdi til eitt stríð millum mynduleikarnar og ungdómin. Summi fólk eru enn ill um hetta, og í kvøld ætla vit eisini at práta við eina, sum plagdi at ganga har. Tað er so ikki tað einasta, vit gera í hesari sendingini. Vit nýta høvið at hyggja eitt eftir, hvussu nøkur av teimum ungdómshúsunum, vit hava her í Føroyum, eru.