Listen

Description

Fyrst hitta vit Boga Andreasen, ið er ein av teimum, sum skipa fyri tiltakið "Upptakt til FMA". Eisini práta vit við ein av fyriskiparunum í FMA, um hví tað er umráðandi at hava eitt slíkt tiltak.
Fleir ung eru tilnevnd. Eitt nú práta vit eisini við Benjamin Rajani og Jenny Kragesteen, ið eru sera spent til FMA kvøldið. Tað er torført hjá teimum at greiða frá, hvat tey vænta av kvøldinumn, og tí prát vit eisini við onkur, sum hava veirð tilnevnd fyrr. Eitt nú tosa við Sigmund Zachariasen, ið spælir við í Ranchus. Bólkurin varð tilnevdnur í seinastra ár fyri eitt av teirra videoløgum. Hans Marius Ziska vann ikki bert eina, men tvær virðislønir í seinasta ár. Hann greiðir eisini frá, hvussu tað er at vinna eina slíka virðisløn. Eisini kundi hann leggja afturat, at hann er farin í holt við eina nýggja fløgu.