- Viðhvørt høvdu vit allar fýra 'matchað' við hvør sín drong og møttust við teimum um kvøldið, men so hendi tað onkuntíð, at tann, sum hevði 'matchað' við ein, ikki helt hann vera so áhugaverdan allíkavæl, men at onkur onnur vinkona helt hann vera áhugaverdan, og so hugnaðu tey sær bara í staðin. Tað var nokk so stuttligt, sigur Jona flennandi.