Listen

Description

Alt, sum Marjun Tausen ynskti sær, var at vera ein glað genta. Men alt lívið varð skeiklað.

Frá hon var seks ára gomul, til hon var tíggju ár, gjørdi ein maður i familjuni seg kynsliga inn á hana. Og misbrúkið setti síni spor.

Øll barnaárini var so hon bangin, at hon als ikki fekk hugsavnað seg í skúlanum. Tannárini vóru eisini torfør, og Marjun royndi fleiri ferðir at taka seg av døgum.

Men í dag er Marjun farin at lesa sjúkrarøktarfrøði, og hon er glað fyri lívið við synunum.