Listen

Description

- Eg kundi tosa í telefon, men tá hornið varð lagt á, mintist eg hvørki hvønn, eg hevði tosað við, ella hvat vit høvdu tosað um. Eisini hendi tað, at eg fekk blackout og ikki visti, hvar eg var, og hví eg var har. Soleiðis sigur 40 ára gamli Bárður Lydersen úr Klaksvík, sum fyri tveimum árum síðani gjørdist ógvuliga sjúkur av strongd. Nú hevur hann broytt lívsstíl og roynir at koma fyri seg aftur.