Sól, summar og veitslur í hópatali. Soleiðis ímynda fleiri sær, at gerandisdagurin hjá einum ferðaleiðara sunnanfyri man vera.
Men løturnar, har til ber at taka sær av løttum, eru bert fáar, sigur 25 ára gamla Lillian Dalsgaard.
- Tað eru ofta langir, strævnir dagar, og tað er mín uppgáva at loysa allar teir ymsu trupulleikarnar, sum ferðafólkini nú einaferð kunnu hava á ferðini. Trupulleikarnir kunnu vera alt frá burturmistum viðføri til deyðsfall á gistingarhúsinum, sigur Lillian Dalsgaard.
Fyri tveimum árum síðani valdi hon at veittra trygga gerandisdegnum í Føroyum farvæl og ístaðin fara undir størstu avbjóðingin nakrantíð at útbúgva seg ferðaleiðara.
- Hesa tíðina, eg havi arbeitt sum ferðaleiðari, havi eg lært eina rúgvu. Bæði um menniskju sum heild men eisini um meg sjálva sum persón. Í starvinum havi eg upplivað í gleðiligar, dramatiskar og syrgiligar hendingar, og tað er nakað, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan, sigur Lillian Dalsgaard, sum hevur arbeitt í Rhodos, Turkalandi, Kap Verde og Meksiko.
Í sendingini fortelur Lillian Dalsgaard um lívið sum ferðaleiðari og tær ymisku upplivingarnar, sum starvið hevur givið henni.
- At eg tók valið at fara á ferðaleiðaraskúla, er tað besta, eg havi gjørt, sigur Lillian Dalsgaard.