Í sendingini hesa ferð fortelur 49 ára gamla Linda Olsen um sítt lívsins vegamót.
Linda Olsen hevur havt ein heldur turbulentan barndóm, og sum tannáringur byrjaði hon eina alkoholmisnýtslu, ið stýrdi øllum lívinum. Sjálvt ikki tá hon gjørdist við barn sum 24 ára gomul, vildi hon broyta lívsstíl.
Men eftir at hava livað í nógv nógv ár við alkoholmisnýtslu og einum ógvuliga turbulentum gerandisdegi tók Linda fyri 17 árum síðani eina avgerð. Hon fór í viðgerð fyri alkoholmisnýtsluna. Tá broyttist alt.
- Tá var eg komin so langt út, at eg orkaði ikki meir. Orkaði ikki at arbeiða, fáa mær eina útbúgving og ei heldur at vera mamma, sigur Linda Olsen.
Hoyr Lindu Olsen greiða frá barna- og ungdómsárunum, har alkohol, rúsevni og veitslur vóru vanligur partur av gerandisdegnum.