Listen

Description

Tað skuldi vera ein góður fríggjadagur.

Vágbingurin, Martin Karl Olsen, gjørdi klárt til at mála hús henda dagin og gleddi seg annars til eina veitslu, hann skuldi í um kvøldið.

Men tað bleiv alt annað enn ein góður dagur.

Meðan tann tá 29 ára gamli Martin Karl Olsen stendur eini átta metrar uppi í stiganum og skal trekkja seymir úr, gongur galið. Tann eini seymurin situr ikki so fastur, sum Martin Karl Olsen heldur, og hann missir tí balansuna og dettur í stiganum.

- Annað beinið boygdist ikki frameftir, sum tað vanliga ger, men aftureftir, í tí eg lendi aftur. Eg kann als ikki lýsa ta pínuna, sum eg merkti. Tað var nakað so øgiligt, sigur Martin Karl Olsen, sum kom á Landssjúkrahúsið og seinni sama dag bleiv sendur til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið.

Á Ríkissjúkrahúsinum vóru boðini frá læknunum greið.

- Var eg komin tríggjar tímar fyrr, høvdu tey kunna bjargað beininum, men sum støðan var, vóru tey noydd at gera eina amputatión. Tá eg hoyrdi tað, fór eg í svart, og nógvir tankar fóru gjøgnum høvdið, sigur Martin Karl Olsen.

Tveir dagar seinni bleiv beinið tikið.

- Tá eg vaknaði úr narkosuni, hugdi eg niður á dýnuna og sá, at dýnan fór bara niður, har ið beinið og fóturin annars eiga at vera. Tað kendist svárt, sigur Martin Karl Olsen.

Í Vegamótinum fortelur Martin Karl Olsen millum annað um hendingina, um tíðina á Ríkissjúkrahúsinum, og hvussu hann í dag hevur ein heilt vanligan gerandisdag við eini framkomnari beinprotesu.