- Eg bleiv kløkkur, tí eg merkti eina hond og hoyrdi eisini eina rødd. Men eingin var har.
Tað sigur Abraham Joensen úr Hoyvík, um ta ferðina, tá hann fyri nøkrum árum síðani valdi at broyta lívsstíl.
Abraham Joensen er uppvaksin í eini samkomu í Hoyvík, og har var tað illa sætt at ganga í býnum og drekka.
- Tá eg var tannáringur, bleiv tað spennandi at fara í býin og eisini at drekka, men innast inni hevði eg tað ikki so gott við mínum lívsstíli, sigur Abraham Joensen.
Vend kom brádliga í, tá hann eitt kvøldi fór í býin við vinmonnunum.
- Onkur heldur kanska, at eg bara var fullur og ímyndaði mær alt, men eg eri sannførdur um, at tað var Gud, sum gjørdi vart við seg, sigur Abraham Joensen.
Í Vegamótinum fortelur Abraham Joensen millum annað um lagnukvøldið í býnum og hvussu hendingin hevur ávirkað seg.