Listen

Description

-Ta einu ferðina bað eg Gud um, at nú mátti sonurin antin yvirliva ella doyggja, tí eg orkaði ikki meir at liva undir tí trýstinum, har eg ikki visti, hvønn veg tað bar.

Soleiðis sigur 51 ára gamla Sunniva B. Simonsen av Viðareiði. Í august mánaði 2011 small sonurin, Emil, brádliga um, eftir at hann hevði verið á Summarfestivalinum í Klaksvík saman við vinfólki.

Hildið varð, at Emil hevði fingið ein blóðtøpp í heilan, men orsøkin til blóðtøppin var ógreið. Eitt nú bleiv tosað um, hvørt tann tá 18 ára gamli Emil hevði tikið okkurt rúsevni ella ikki.

Emil bleiv sendur til Danmarkar til kanningar og fyri at fáa viðgerðarhjálp, og ikki fyrr enn fyri hálvumøðrum ári síðani kundi Emil flyta heimaftur til Føroya at búgva.

- Einki er soleiðis, sum tað var fyrr, men eg haldi, at vit spakuliga hava fingið ein vanligan gerandisdag upp at koyra aftur, sigur Sunniva B. Simonsen.

Í Vegamótinum fortelur Sunniva B. Simonsen um truplasta tíðarskeiðið í lívinum, og hvussu hon, sonurin Emil, og hini í familjuni hava roynt at fóta sær aftur.