Listen

Description

Í nógv ár hevði 29 ára gamla Jana Jacobsen úr Miðvági ein gerandisdag, har hon antin var ekstremt deprimerað ella heilt manisk.

Tað byrjaði longu, tá Jana Jacobsen var heilt ung.

- Eg minnist, at í triðja flokki hevði eg eitt tíðarskeið, har eg var ótrúliga kedd. Eg visti bara ikki hví. Men aftan á nakrar vikur, bleiv eg knappliga glað aftur - ordiliga glað og full av orku, sigur Jana Jacobsen, sum síðani hevur havt fleiri tíðarskeið, har sinnalagið hevur verið serstakliga skiftandi.

- Tað var antin ella. Antin ógvuliga kedd og uttan orku ella ekstremt glað, óvanliga nógva orku og helt, at eg kundi klára alt. Tá eg var manisk hevði eg ofta vranghugsanir. Til dømis helt eg eitt skifti, at eg var Kurt Cobain, sigur Jana Jacobsen.

Ikki fyrr enn hon fyri tveimum árum ætlaði at taka lívið av sær, fekk hon at vita, hvat henni bagdi. Jana hevur eina sálarsjúku, sum kallast bipolar.

- Tað var strævið at hava eitt so skiftandi sinnalag. Bæði fyri meg sjálva, men so avgjørt eisini fyri míni nærmastu, sigur Jana Jacobsen.

- Tá eg fekk staðfest eina bipolara sjúku, kom eg í viðgerð við heilivági, og tað hevur hjálpt nógv og broytt mítt lív, sigur hon.