- Hann kundi finna upp á at siga ymiskt, sum hann annars aldrin hevði sagt. Til dømis tá vit høvdu verið úti og vóru komin heimaftur, kundi hann finna upp á at spyrja meg, hví eg hevði sagt okkurt ávíst. Soleiðis byrjaði tað.
Tað sigur Alma Olsen, tá hon greiðir frá tíðarskeiðinum fyri átta árum síðani, tá maður hennara, Heri á Lava Olsen, bleiv sjúkur.
Í fyrstu syftu hildu læknarnir, at Heri hevði fingið demenssjúkuna, Alzheimers.
- Men Heri gloymdi ikki. Hann var bara blivin annarleiðis, hevði onkrar ristingar, var veikur og broytti persónligheit, sigur Alma Olsen, sum leingi var í iva um, hvørt talan var um Alzheimers ella ikki.
Nøkur ár eftir, at Alzheimers varð staðfest, kundi læknin á Ríkissjúkrahúsinum við vissu siga, at talan var um eina heilt serstaka parkinsonsjúku.
Fyri hálvum ári síðani doyði Heri av sjúkuni.
- Pensjónistatilveran bleiv ikki so, sum vit høvdu ímyndað okkum, og hóast tað er svárt, og saknurin er stórur, so havi eg nógv at vera takksom fyri. Og eg hvíli í trúnni og vitanini um, at eg og Heri síggjast aftur ein dag, sigur Alma Olsen.
Í Vegamótinum greiðir Alma Olsen frá tíðini, tá maðurin var sjúkur, og hvussu hon - hóast sjúkunua - hyggur aftur á seinastu árini sum eina góða tíð.