Tað sá alt so ljóst út. Maria A. Hentze hevði funnið mannin, ið hon vildi liva saman við restina av lívinum, og tey skuldu liva saman í Kanada, haðani maðurin var.
Men lagnan vildi tað annarleiðis. Maður Mariu var alkoholikari.
- Tað byrjaði í smáum, men vant upp á seg. Hann kundi vera úti frá mær og børnunum í nakrar dagar, og vit vistu einki um, hvar hann var, ella hvussu hann hevði tað. Eg livdi í einum støðugum ampa hasa tíðina, sigur Maria A. Hentze.
Alkoholtrupulleikarnir í heiminum høvdu stóra ávirkan á øll fýra børnini. Serliga tvey tey elstu.
- Ta einu ferðina bleiv eg kallað inn á fund í skúlanum hjá teimum báðum elstu børnunum. Tá bleiv eitt nú orðið fostufamilja nevnt, og tá fekk eg ein veruligan hvøkk. Hetta var ikki tað lívið, eg ynskti børnunum og heldur ikki mær sjálvari, fortelur Maria A. Hentze, sum stutt eftir tók eina stóra avgerð.
- Eg kendi meg noydda at velja mannin og lívið í Kanada frá. Tað hevur sjálvandi havt avleiðingar, men eg veit, at tað var tað rætta fyri meg og børnini, sigur Maria A. Hentze.
Í Vegamótinum fortelur Maria A. Hentze um lívið saman við einum alkoholikara, gerandisdagin í Kanada, og hvussu tað var, at koma til Føroya sum einsamøll mamma við fýra børnum.