Tannárini hjá 19 ára gomlu Margret Rasmussen úr Runavík hava í stóran mun verið merkt av ógvusligari magapínu, nógvum læknavitjanum og innleggingum á sjúkrahúsi. Fyri fýra árum síðani fekk hon staðfest tarmsjúkuna Colitis, og tað broytti nógv. - Eg havi tikið avgerð um, at eg vil tosa opið um mína sjúku, tí eg eri jú ikki tann einasta, sum havi hana. Ja, tað er kanska flóvisligt at tosa um konufólk, tarmar og vesi, men hetta er veruleikin hjá fleiri føroyingum, sigur Margret Rasmussen.