Listen

Description

Sendingin var fyrstu ferð send tann 22. februar 2016. 

Røddin er blivin djúpari, vøddarnir broytast, og so hómast skeggvøkstur í andlitinum. Kristin Kristiansen er í ferð við at blíva maður. Hann er annars føddur sum kvinna.

Fyri skjótt hálvum ári síðan fór hann at smyrja seg við einum kremi, ið inniheldur hormon, soleiðis, at kroppurin spakuliga broytist frá at vera konufólk til at blíva mannfólk.

Kristin Kristiansen vil vera maður, og tað er eitt ynskið, hann hevur havt heilt frá barnsbeini. Hann hevur itið Eyðfríð, men fekk navnið broytt soleiðis, at eisini navnið vísir, at hann er mannfólk.

Á Vegamótinum fortelur Kristin Kristiansen millum annað, hvussu tað hevur verið altíð at følt seg øðrvísi, og hann greiðir eisini frá ferðini at fara frá at vera konufólk til at blíva maður. Ein ferð, ið hevur verið alt annað enn løtt.