- Eg kundi tað sama doyð handan dagin, men eg plagi at siga, at Gud vildi tað øðrvísi. Soleiðis sigur Finn Johannesen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, men býr í dag í Vági.
Í sendingini Vegamótinum fortelur hann um eina hending í Mikladali fyri 17 árum síðan. Ein hending, ið hann sjálvur lýsir sum ein skakandi tilburð.
Finn Johannesen kundi henda dagin endað sínar dagar niðri í fjørðuni í Mikladali, men lagnan vildi tað øðrvísi. Eftir hendingina fór Finn Johannesen at hugsa meir um lívið og raðfestingarnar.
Í Vegamótinum fortelur Finn Johannesen um sjálva hendingina og eisini, hvussu upplivingin fekk hann at broyta lívsáskoðan og fáa onnur virði í lívinum.