Jóanes Nielsen hevur skrivað nýggja skaldsøgu. Malan Marnersdóttir ummælir "Bommhjarta". Oddfríður M. Rasmussen, sum hevur latið nýtt yrkingasavn frá sær, "Úrtíð," er gestur í sendingini.
Norðurlendskur filmur og høvundur verða eisini umrøddir. Jan Berg Jørgensen og Birgir Kruse meta um ensktmælta norska filmin "Louder than bombs", sum fekk norðurlendska filmsprísin.
Og Bergur Djurhuus Hansen sigur frá um Katarinu Frostensen, sum fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í ár fyri yrkingasavnið "Sångar och formlar."