Listen

Description

Norðurlendsku listavirðislønirnar verða latnar týsdagin, Carl Jóhan Jensen er tilnevndur úr Føroyum fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrki".

Sunleif Rasmussen hevur smíðað verk til nýggjan norðurlendskan tjóðsang, sum skal framførast á samkomuni. Í Klaksvík situr nýggjur krimihøvundur, og LISA viðger stuðulsskipanina fyri listafólk.