Tað skal gerast vakrari, tí royndarkoyrir SEV eina verkætlan, har ljós verða sett á tríggjar av vindmyllunum í Húsahaga. Vit skifta orð við Eyðun Eliasen, arkitekt, um verkætlanina.
Við sínum myndum broytti havnamaðurin Dániel Jacob Danielsen - Dollin, søguna í Kongo. Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, vitjar á Mentanarcaféini.
Hósdagin andaðist kendi italienski marglistarmaðurin Dario Fo, 90 ára gamal. Og saman við Eyðuni Johannessen og Ega Dam minnast og lýsa vit Dario Fo, hvørs leikir eisini eru nógv spældir í Føroyum.
Týsdagin 18. oktober rundaði Chuck Berry tey níti. Og saman við Robert McBirnie, Niclasi Johannesen, Benjamin Petersen, Jóhann Mortensen ? og einum forsterkara, lýsa vit rock ?n? roll legenduna.