Leygardagin 29. oktober skipaði Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitikk. Limir í starvsnevndini í LISA og yrkislistakvinna kjakast um ráðstevnuna.
Regin Guttesen er aktuellur við nýggjari fløgu. "Momento", sum fløgan nevnist, varskógvar nýtt stílbrigdi hjá føroyinginum í Suðuritalia.
Bólkurin 200, sum Niels Arge Galan, Michael Blak og Una Árting manna, hava givið út sjeyndu útgávu teirra við heitinum, Reytt pass. Niels tosar um føroyska málið, tjóðskaparkenslu- og samleika, og um hví 200 ikki flokka seg sum punkbólk.
Eilif Samuelsen hevur aftur veitt okkum ein heimsspekiligan dýrgrip á føroyskum. "Tað etiska kravið", sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin K. E. Løgstrup skrivaði, er nú komin í føroyskari týðing.
Í hesum sambandi hitta vit Dorthe Pedersen, sum undirvísir í heimsspeki á studentaskúlanum, og hevur stóran áhuga fyri nettupp Løgstrup.