Kim fer at greiða frá um rák í yrkingalistini, um materialismu, um økopoesi og um náttúrusøguliga leiklutin í hansara yrkingasøvnum.
Martin Røen Hansen er produsentur fyri DR, og var við í verkætlanini, At the heart of a selkie, hjá Eivør Pálsdóttir. Mentanarkaféin hitti hann til eitt prát um hansara leiklut í verkætlanini, hvat ein produsentur hevur ábyrgdina av og um hvønn týdning, FMA hevur fyri hann og fyri toymið handan At the heart of a selkie.
Politisk list, hvat er tað, og hví er tað aloftast á vinstravonginum, at politiska listin er sjónlig? Hetta tosa vit við listafrøðingin, Kinnu Poulsen um.
Ein av heimsins mest týdningarmestu tónleikaútgávum hevði fimti ár á baki 12. mars. Talan er um The Velvet Underground & Nico. Vit gera eina heilt stutta samanfatan av verkinum, og geva rúm fyri tónleikinum.