Listen

Description

Tjóðpallur Føroya framførir í hesum døgum grikska sorgarleikin Elektra, og vit fáa tveir ummælarar á gátt, Vár B. Jacobsen og Gullu Øregaard.
"Eg eri ikki eg, eri eg", er heiti á MA-ritgerð, sum Lydia Didriksen hevur skrivað MA-ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya um autofiktión. Lydia lýsir autofiktión í føroyskum skaldskapi.
Endaloysi er evni á listaframsýning, sum Beinta av Reyni hevur á Listasavni Føroya. Vit práta við Beintu sjálva og Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðing, um framsýningina.
Og vitjað verður á Býarbókasavninum, har Vónbjørt Vang, bókavørður, viðmælir og tekur fram áhugaverdar bøkur.