William Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður.
Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna Marnersdóttir, professara, og Nils Ohrt, stjóra á Listasavni Føroya.
Framsýningin er framhald av bókini, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað, og sum Sprotin legði úr hondum í fjør. Og vit leita eisini aftur á ummæli, sum Kinna Poulsen tá gjørdi um bókina.
Vit vóru eisini á gátt í Steinprenti, har vit fingu orðið á listarmannin Anker Mortensen, ið hevði fernisering fríggjadagin.
Jógvan Hansen, sum eitt nú var sangari í klaksvíksbólkinum Aria, eins og hann hevur luttikið í bæði X-Factor og Eurovision kappingini í Íslandi, lat í fjør upp spælistaðið Grøna Herbergið í Reykjavík.
Elin í Stórustovu hevur vitjað Jógvan í Grøna Herberginum.
Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, og sum í samrøðuni vísir á fleiri spennandi møguleikar, sum eitt nú eisini kunnu tæna ferðavinnuni.