Listen

Description

Tað er sera forvitnisligt at vitja í atelierinum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Vit hava verið á gátt.
31. oktober í ár eru 500 ár liðin, síðani týski professarin í gudfrøði, presturin, tónaskaldið, og munkurin Martin Luther setti skjøtil á reformatiónina. Og saman við Jákupi Reinert Hansen, ph.d, og lektara í kirkjufrøði, umrøða vit eitt nú hvønn týdning Luther hevur haft.
Mánadagin 3. apríl tók Jónas Bloch Danielsen við sum nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði ? og Jónas vitjar útvarpsstovuna um eina løtu.
Á Mentanarcaféini, sum varð send í Dimbuldagaviku, hittu vit operasangaran Rúna Brattaberg, sum í dag er viðurkendari tulkari av týska tónaskaldinum Richard Wagner, sum var føddur 22. mai 1813 í Leipzig, og sum andaðist 13. februar 1883 í Venezia, 69 ára gamal.
Og seinast í sendingin fer Sunleif Rasmussen at útgreina Wagner og hansara univers..
Tú kanst hoyra sendingina her!