Mikukvøldið 25. januar handaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, føroyska operasangaranum Rúna Brattaberg Mentanarvirðisløn landsins.
Vit hava verið í gjónnið í Elduvík, har vit hittu Rúna Brattaberg og konuna Susanne, ið eisini er operasangari.
22. apríl rundar føroyski listamaðurin Arnold Vegghamar tey áttati, og í hesum sambandi er stór listaframsýning í heimbygdini Viðareiði, har listamaðurin eisini varð kosin heiðursborgari fyri sløkum tveimum árum síðani.
Vit vóru á fernisering farna leygardag.
Skamt frá Viðareiði - í Hvannasundi, hava tey kanska fingið sítt egna Eiffeltorn ? eitt kirkjuhús, sum varð vígt í november mánað í fjør.
Vit hitta arkitektin handan bygningin ? Mayfinn Norðoy, eins og vit ummæla bygningin saman við Albert Isfeld, arkitekti.
Arkitekturur og list eru ofta afturvendandi felagsnevnarar í føroyskum kirkjum. Og í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, var eitt ? ella rættari sagt. 10 rund listarverk og 6 vignettir avdúkaði í kirkjukjallaranum. Og vit leita aftur á hátíðardagin.
Tú kanst hoyra sendingina her!