Tvey bókaummæli eru. Í august mánaði í ár gav dansk/føroyska Siri Ranva Hjelm Jacobsen út debutskaldsøgu sína Ø, ið kom út á forlagnum Lindhardt og Ringhoff. Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna, ið hevur fingið góð ummæli í Danmark. Árliga framsýningin Myndaódn er latin upp í grafiska verkstaðnum Steinprenti í Havn. Har hitta vit Kinnu Poulsen. Vit skifta orð við Andrias Høgenni, sum annað árið á rað hevur vunnið filmsvirðislønina Geytan - eisini hitta vit Birgir Kruse, formann í Geyta-dómsnevndini. Fyrr í heyst komu tvær yrkisbøkur um tveir víðagitnar føroyskar sjógarpar út. Talan er um Nólsoyar Páll og Magnus Heinason. Óli Olsen og Páll Nolsø hava skrivað. Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, umrøður bøkurnar. Og vit fara eisini at hoyra Turið Sigurðardóttir lesa á føroyskum "Gullhornini" eftir Adam Øhlenschlager - frumyrkingina í donskum bókmentum - sum Turið sjálv hevur týtt.