Listen

Description

Leygarkvøldið var nýggi sjónleikurin Einaferð var tað eg ? eitt nýfeministiskt ævintýr, ið er skrivað av Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen og Búa Dam, frumspælt í Perluni í Havn.

Og saman við Riu Tórgarð, sjónleikara og leikstjóra, og Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia og ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, fara vit at ummæla nýskrivaða leikin.

Fyri einum góðum ári síðani lat Linda Mortansdóttir úr hondum útvarpsfilmin Til Lindu, sum hon hevði gjørt um beiggja sín Rasmus Rasmussen, sála. Vit frætta frá Lindu, nú hon í næstum luttekur á stórum europeiskum festivali í Berlin fyri útvarpsdokumentarljóðmyndir.

Í hesum døgum eru 250 ár liðin, síðani Nólsoyar Páll varð borin í heim. Vit skifta orð við Óla Olsen, sum hevur skrivað bók um tjóðarhetjuna, eins og Archibald Black, ið er ein av stigtakarunum til at endurbyggja hús Nólsoyar Pálls á Biskopstøð í Klaksvík, eins og hann eisini hevur granskað í viðurskiftunum hjá Nólsoyar Pálli.

Í sendingini tosa vit við Duritu Dahl Andreasen, Mariann Hansen, Búa Dam, Riu Tórgarð, Marnu Jacobsen, Lindu Mortansdóttir, Óla Olsen, og Archibald Black.

Hoyr sendingina her.