Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaféini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir.
Útvarpsleikurin Mynd í óðnarveðri verður frumsendir í útvarpi kringvarpsins í heyst.
Mentanarnáttina fer Tórshavnar Big Band á pallin saman við einum fjølbroyttum útvali av føroyskum sangarum. Og sangskráin fevnir um føroyska tónleikasøgu farnu 60 árini.
Norðurbryggjan er eitt spennandi mentanarhús á havnalagnum í Keypmannahavn, ið er staðsett skamt frá Operahúsinum. Elin í Stórustovu hevur hitt stjóran Karin Elspudóttir á Norðurbryggjuni.
Tú kanst hoyra Mentanarcaféina her!