Tónleikurin fyllir nógv Kringvarpinum, og umleið 40 prosent av tónleikinum er føroyskur. Elin Brimheim Heinesen og Edvard Nyholm Debes siga sína meining um týdning, fjølbroytni og framtíð. Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari, greiðir frá bygnaði og tónleikapolitikki.
Filmsfestivalur verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið - prátað verður við Jan Berg Jørgensen, filmserfrøðing og fyriskipara, eitt nú um skránna og um framtíðina hjá føroyskari filsmlist og filmsmentan.
Steinprent fekk Heiðursgávu Landsins, og Mentanarkaféin skiftir orð við Fríðu Matras Brekku og Jan Hartvig Andersson, leiðara.
Ivan Niclasen, mentanarsamskipari hjá Kringvarpinum, svarar spurningum um mentanarpolitikk í Kringvarpinum, sum hevur verið umrøddur í seinastuni.