Yrkingasavnið "Skriftstøð" eftir Tórodd Poulsen og stuttsøgusavnið "Albert" eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru til viðgerðar. Trygvi Danielsen og Heðin M. Klein ummæla.
Vit hitta stuttsøguhøvundan. Gestur í sendingini er danski rithøvundurin Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum fær góð skoðsmál í Danmark fyri fyrstu skaldsøguna, sum nemur við føroyska uppruna høvundans. Og so hitta vit fløguaktuellu Konni Kass við manning.
Lagt til rættis Sissal Kampmann og Suni Merkistein.