Á Mentanarcaféini hesuferð hitta vit Susanne Andreasen, stjóra á Grønlands Nationalteater, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya.
Eisini fara vit eina mini-cruiseferð saman við Katrin Dahl Hanusson, har vit vitja tríggjar av leikunum, sum vóru á palli á Døgunum 2016, nevniliga íslendska leikin Ikea Travels, svenska klovnaleikin Flugo!, og donsku heima við hús uppsetingina av Eitt dukkuheim.
Hóskvøldið 12. mai lat Sólrún Michelsen úr hondum nýtt yrkingasavn ? Ein farri av fráferð. Vár í Ólavsstovu ummælir nýggja yrkingasavnið.
Fyrst skapa vit bygningarnar, og síðani skapa bygningarnir okkum. Orðini eigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Sir Winston Churchill, og hetta sigur nakað um týdningin av góðum arkitekturi í gerandisdegnum.
Seinri í sendingini hitta vit føroyska arkitektin Høgna T. Hansen, sum starvast sum lærari á Kunstakademiets Arkitektskole, og sum ? sjálvur triðji, fekk donsku virðislønina fyri arkitektur ? Store Arne, fyri útbyggingina av nýggju marghøllini í Falkonersgårdens Gymnasium og HF Kursus á Fredriksberg.
Vit fara eisini út í Saltnes, har ein forvitnislig listaframsýning við málningum eftir Leivíksmálaran Jóannis Kristiansen lat upp í farnu viku í endurreistu Gráasteinshúsunum.
Vit tosa vïð Petur Martin Petersen, sum eigur málningarnar, og Alfred Olsen, sum hevur umvælt gomlu Graásteinshúsini.
Ein annar partur av Døgunum 2016 var fyrilestur Suzanne Osten og Ann-Sofie Bárány um barndóm og kreativitet.
?Børn gerast glað og bilsin, tá vaksin av álvara tosa við tey?, siga Suzanne Osten og Ann-Sofie Bárány millum annað í hesari samrøðuni, har tær eisini staðfesta, um tað loysir seg at lata børn, sum einans eru seks mánaðar gomul, fáa estetiskar ella fagurfrøðiligar upplivingar.
Hoyr sendingina her!