Listen

Description

Birna Heinesen, dramaturgur, Búi Dam, sjónleikari, og Hanus Kamban, rithøvundur, ummæla nýggja leikin Havfrúgvin. Eisini tosa vit við sjónleikaran Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er á palli í Århus og Keypmannahavn við sjónleikarkonsertina American Spirit, ið er við tónleiki hjá Johnny Cash og harumframt ein ferð ígjøgnum amerikanska samfelagið.
Og vit hitta arkitektarnar Heidi Poulsen og Ole Jensen, nú stundar til arkitekturdagarnar 2016, sum byrja fríggjadagin.
Tú kanst hoyra sendingina her!