Listen

Description

Tann lítli drongurin og beinagrindin er heitið á yrkinga- og stuttsøgusavni, sum Beinir Bergsson í hesum døgum gevur út á forlagnum Sprotin ? vit hitta unga yrkjaran.
Mikudagin var sangleikurin High School Musical 2 frumspældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sama kvøldið varð fyrsta almenna sýningin á palli.
Vit hava verið til sangleik í Fuglafirði - sangleik, ið telur sløk 60 ungfólk, og saman við Joanu Johansen, sangara og lærara, og Rudolf Joensen, sjónleikara og lærara, verður mett um avrikið.
Við argentinskum leikstjóri og sponskum upptøkuliði, er Havnar Sjónleikarfelag í hesum døgum í ferð við at innspæla nýggjan film í fullari spælifilmslongd.
Vit hitta leikstjóran Pablo Merin, fotografin Ferran Castrera, og høvuðsleikararnar Hjálmar Dam, Anniku á Lofti, og Jákup Dahl Wardum.
Føroyski myndlistapallurin hevur talt og telur nógv evnarík listafólk. Og seinri í sendingini fer Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, at siga okkum um listina hjá Thomasi Arge.
Og í hesum døgum verður riggað til Várframsýningina, ið letur upp á listasavninum fríggjadagin. Vit hava verið á gátt, har vit hittu Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen.
Tú kanst hoyra sendingina her!