20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, Sigmundi Poulsen og Jóhann Mortensen varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum.
Týsdagin var altjóða poesidagur, og saman við Arnbirni Dalsgarð, Heðini M. Klein, Oddfríði Marna Rasmussen, Vónbjørt Vang, Trúgva Danielsen, og Bergi Djurhuus Hansen seta vit poesi í hásæti.