Listen

Description

Snikkaralærlingar eru í dag nærum líka sjáldsamir í Føroyum sum lundi á jólanátt. Og teir, ið eru so hepnir at fáa eitt lærupláss, noyðast til Danmarkar á skúla.

Hetta harmar eigaran og stjóran í Snikkarakjallaranum í Dali, ið er einasta snikkaravirkið í landinum, sum hevur lærling í løtuni.

Skal snikkarafakinum verða lív lagað í Føroyum, mugu neyðug átøk setast í verk beinanvegin, heldur hann.