Seinastu árini er verulig gongd komin á virksemið hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Frá at hava havt 16 fólk í arbeiði fyri fýra árum síðani, liggur starvsfólkatalið á hesum 87 ára gamla arbeiðsplássi nú um hálvthundrað.
Samstundis sum nýggjar og spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Klaksvíkar Sleipistøð her heima, er hon eisini farin at gera seg galdandi uttanlands, millum annað sum umboð fyri sponsku fyritøkuna Ibercisa, ið framleiðir elrikin spøl til eitt nú fiski- og frálandsvinnuna.