Rock Trawl Doors hevur gjørt seg galdandi bæði á heima- og útlendska marknaðinum, tó fyri tað mesta uttanlands.
Lemmavirkið er júst komið á marknaðin við nýggjum, framkomnum pelagiskum trollemmum. Hetta eru fimtu trollemmarnir í røðini, sum virkið Inni á Oyrunum í Vági hevur ment.