Listen

Description

Í 100 ár ella so hava royndir verið gjørdar fyrst í Havn og síðani í Skopun at fáa framleiðslu úr føroyskum gróti at bera seg, uttan at tað hevur hepnast serliga væl.

Hetta heldur tó ikki teimum báðum ungu havnarbrøðrunum, Heina og Høgna Tausen, aftur í at gera enn eina roynd at fáa hetta at bera til.

Teir keyptu fyri hálvumøðrum ári síðani grótvirkið í Skopun, eftir at tað var farið á húsagang árið fyri, og hava tikið framleiðsluna upp aftur undir nýggja navninum Føroya Grótvirki.

Hóast hjólini á virkinum enn ikki eru komin upp í fulla umferð, lata teir sum heild væl at gongdini higartil, og stendur tað til teirra, er grótvirkið nú komið fyri at verða.