Vindeygu hava verið gjørd í Vágum langt aftur í tíðina, ja, afturi í fimtiárunum og enntá fyrr enn tað. Men frá 1968 til 2007 var Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum vindeygamaðurin í Føroyum.
Snikkaravirkið á Vatnsoyrum, sum virkið hjá honum kallaðist, keypti í 1990 Føroya Glugga í Miðvági, og í 2005 varð alt vindeygavirksemið lagt saman undir navninum HDYGD, sum síðani hevur ment seg til fremsta framleiðara av vindeygum og hurðum í Føroyum.