Listen

Description

Niels Pauli og Steintór hava verið millum bestu trolararnar undir Føroyum, síðani teir komu í flotan í ávikavist 1983 og 1985.

Vánaliga støðan hjá botnfiskastovnunum nú ger tó, at útlitini hjá teimum báðum og hinum fýra trolarunum har suðuri, sum teir eisini eiga í, eru heldur døpur í løtuni.

Trolararnir og flakavirkið, sum eisini eru tengd at hvør øðrum, hava sera stóran týdning fyri bygdirnar í økinum og Suðuroynna sum heild.