Listen

Description

Tað ver mest sum av tilvild, at Regin Borðoy gjørdist bóndi. Í dag umsitir Regin Borðoy hann saman við konuni, Óluvu, ein tann best rikna garðin í landinum, Fjósið millum fjarða.

Tá Regin Borðoy tók við garðinum í 1997, setti hann sær sum mál at hann sum 50 ára gamal við góðari samvitsku kundi enda henda kapittulin av lívi sínum og fara undir okkurt heilt annað.

Er hetta framvegis mál hansara? Og hvør hevur verið uppskriftin til hansara framúr góðu úrslit, hann hevur fingið sum bóndi?

Hoyr Regin Borðoy greiða frá allari søguni í sendingini, Vinnulívsgesturin.