Listen

Description

Føroyskir brúkarar gerast alt meiri tilvitaðir um grøna orku. Fleiri og fleiri skifta oljufýrin út við til dømis hitapumpu.

Samstundis hava flestu veitarar lagt seg eftir at fáa sær ein grønan profil. Ein teirra er Demich í Havn, sum 27. januar fór um tey 55 árini sum veitari av hita-, ventilatións- og sanitetsútgerð.

Seinastu árini hevur Demich ment seg til eisini at vera ein av fremstu veitarum av grønari orku í Føroyum, tað veri seg úr luftini, jørðini ella sjónum.

Sum fyridømi á hesum økinum brúkar fyritøkan Demich ikki ein dropa av olju til upphiting longur í sínum egnu bygningum.