Listen

Description

- Sjálvandi er tað gott, at summi kunnu lata ullina inn á Royndarstøðina í Kollafirði í august mánaði, men tann møguleikan hava vit ikki.

Soleiðis sigur Tróndur Trondesen, sum týsdagin var á fjalli saman við øðrum hagamonnum í Skálavík.

Tilsamans hava teir eini 100 seyðir, men øll ullin, sum blívur klipt av seyðinum henda dagin, verður brend á báli.

- Tað er harmiligt, men vit hava ikki aðrar møgleikar her í oynni, sigur Tróndur Trondesen.

Hoyr alla samrøðuna við Trónd Trondesen, tá Ferðaliðið hitti hann á rættini á Skálavík týsdagin.