- Eg merkti væl, at eg ikki var so væl fyri, men eg billaði mær bara inn, at hetta var okkurt, sum fór at ganga yvir. Men tað gjørdi tað ikki.
Soleiðis sigur Ása H. Christiansen, sum fyri tveimum árum síðani fekk ógvusligar verkir, meðan hon var á G Festivalinum.
Í ár er Ása H. Christiansen aftur á G Festivalinum, og hesaferð er tvey ára gamla Ria við ein part av tíðini.
Ferðaliðið prátaði við Ásu H. Christiansen, har hon greiddi frá serliga festivalinum fyri tveimum árum síðani.