Í hesi fyrstu málsendingini, sum hevur fingið heitið, Máltíð, verður føroyskt mált og vigað í breiðum týdningi, har Eivind Weyhe, lektari í málfrøði, og Elin Henriksen, rættlesari og týðari, skifta orð um størstu avbjóðingarnar hjá føroyska málinum.
Eisini verður kavað niður í útvarpssavnið, har arbeiðið at talgilda tilfarið í savninum í eini verkætlan, sum eitur Savnsgull, gongur við rúkandi ferð. Vit finna gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum.
Máltíð borðreiðir eisini við einføldum, men góðum, málsligum ráðum, og at enda er Petur Øster tilreiðar við síni klummu, sum hann kallar eina hugleiðing av hátúni.