Knappliga 1.300 útlendingar búgva í Føroyum, og fleiri brúka tilboðini, sum eru í at fáa undirvísing í føroyskum. Tórshavnar kvøldskúli hevur 20 vikur skeið, og privat átøk eru eisini ymsastaðni. Í Máltíð hesaferð skifta Bergljót av Skarði og Jørleif Kúrberg orð um tað at undirvísa í føroyskum sum fremmandamál.
Vit kava eisini niður í útvarpssavnið, har vit finna gamlar tekstir, sum fáa okkum at steðga á málsliga, og vit enda við eini hugleiðing av hátúni hjá Peturi Øster.