Listen

Description

Í trimum sendingum verður ljóskastarin settur á føroyska Málráðið. Í hesi sendingini eru vit á vitjan hjá Zakarisi Svabo Hansen, sum er formaður í Málráðnum, og hjá Katrini Næs, sum er næstforkvinna.

Í Savnsgullinum tosa tíðindafólkini Brynhild Thomsen, Johnsigurd Johannesen og Sigrún H. Brend um gamlar tíðindatekstir, sum vit hava funnið fram, og at enda er Petur Øster tilreiðar við eini hugleiðing um málið.