Ítróttarmál kann festa í fjúsið hjá málkønum við sínum mongu dømum um myndamál, men ítróttarmál má og skal vera livandi, og tí er tað ikki neyðturviliga nakað negativt, at myndamálið verður so dúgliga nýtt. Gestir í Máltíð hesaferð eru Sonne Smith, journalistur, Randi Meitil, cand.mag í føroyskum og sponskum og Suni Merkistein, ítróttarfrásøgumaður.
Vit fara eisini niður í útvarpssavnið, har vit grava gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum.
Máltíð borðreiðir eisini við einføldum, men góðum málsligum ráðum ella tummilfingrareglum, og at enda er Petur Øster tilreiðar við síni klummu, sum hann kallar eina hugleiðing av hátúni.