Listen

Description

Ítrótturin hevur fylt sera nógv í lívinum hjá Egga Jensen. Bæði tá tað ræður um arbeiði og um frítíð. Á Læraraskúlanum hevur hann undirvíst flestu teirra, ið eru lærarar í dag, umframt at hann hevur verið formaður í ÍSB, síðan felagskapurin varð settur á stovn, so nógv er at siga farvæl við, tá mann verður pensjóneraður. Men lívið sum pensjónistur er tó ikki nakað, sum ræðir hann.