Henning Bøgesvang, sum í dag býr í Søldafirði, ætlaði sær ikki at vera prestur, men jetpilot. Tá hetta ikki bar til, valdi hann sær aðra lívsleið, sum umframt at hava ført hann víða um, eisini førdi hann til Føroya, har hann hevur starvast sum prestur í mong ár. Longsta tíðarskeiðið var hann í Klaksvík, og sjálvt um hann er pensjóneraður, so sæst hann ofta á prædikustólinum kring landið